Bjargaðu einum stigi
Mánadagur, 17. apríl 2017 19:01

alt

Heldur ikki í dag vunnu vit Effo-dyst, men framvegis eru vit ósigraðir. Hesa ferð stóð tó nógv á, tí eftir at vit áttu alt undan steðginum, sótu teir reyð svørtu á seinastu trimu korterunum

 

Vit eru framvegis nakað skerdir, og á vøllinum vantaðu nakrir av teimum, ið vanliga verða roknaðir sum profilar, tá dagsins grannauppgerð varð blást ígongd.

Men í spælinum sást lítið til hesa fráveru fyrstu trý korterini. Ikki óvæntað hevði Siggi valt eitt útgangsstøði, har HB skuldi bíða og kontra, og har teir annars gjørdu sítt besta fyri at taka ferðina úr dystinum, meðan tað meira poleraða fótbóltsspælið varð latið upp í hendurnar á okkum.

Og tann setningin greiddu vit bæði væl og virðiliga fyrstu trý korterini. Odmar og Andrias vóru hjartað í eini miðverju, har einki slapp at gerast vandamikið, og á miðvøllinum høvdu Eli og Róaldur fult tamarhald á Tróndi Jensen og Martin Bergvold, sum annars var ætlaður at verða tann stóri profilurin hjá HB.

Opnar møguleikar gjørdist talan kanska sjáldan um, men tað vóru stútt og støðugt boð eftir HB-verjuni. Eina ferð kom Teitur M. Gestsson væl út, so Patrik ikki hevði nakað pláss at skjóta bóltin framvið honum, og í aðrari støðu skuldi Patrik helst meddað til fyrstu ferð, heldur enn at taka eitt trekk.

Eftir góðum hálvum tíma fingu vit tó løn fyri stríðið. Ferðin hjá Benjamin tók púrasta HB-verjuna á bóli, tá John Troest ætlaði at taka tað heldur róligt. Sum eitt fok var Benjamin á honum, og so meddaði hann til fyrstu ferð til eitt og virðiliga uppiborið leiðslumál.

HB hevði meira ella minni einki at hótta við, men beint undan steðginum fingu vit ein ordans frammaná. Hornaspark varð sent innfyri, og har var Patrik somikið óheppin, at hann heldur kroystur kom at beinið bóltin í egið net.

Eftir steðgin var fullkomuliga viðvent í holuni. Álopini skolaðu oman móti okkara máli, og vit megnaðu í sera lítlan mun at spæla okkum úr trýstinum, sum HB legði á okkum.

Pingel var sera eyðsýndur á degnum, men hann spælir í reyð/svørtum í ár, og hann revsaði okkum, tá bara fáir minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Hóast tríggir verjuspælarar vóru nær honum, varð avgerandi tacklingin ikki sett inn, og so fekk Pingel tíð og pláss at langa kúluna niður í handara málhorn.

Og tað kundi blivið nógv verri. Pingel hevði eitt skot á stólpan. Bergvold sendi fríspark á tvørtræið, og einu ferðina kom Tórður væl út og bjargaði, tá álopsspælari varð púrasta blankur.

Tað gekk sera striltið hjá okkum at fáa nakað trýst í lag, men tá eitt korter ella so var eftir, tóktust teir reyð/svørtu ikki longur at orka at spæla undan okkum. Kanska eisini tí vit nú í størri mun brúktu vøddarnar móti heldur erkvisnu grannunum, sum tóktust dáma hetta lítið. Vit fingu nøkur hornaspørk og innkøst, og brádliga stóð 2-2 á talvuni. Odmar vann í fyrstu atløgu langt innkast. Skeel royndi seg við akrobatiskum sparki, og so fekk Patrik við pannuni stýrt bóltin í netið.

Hetta var nokk ikki heilt í tráð við leikgongdina, men tað var tað hinvegin heldur ikki, tá HB javnaði undan steðginum. Málini telja líka nógv, og so var tað eisini um reppið, at vit gjørdu tað heilt stóra hálið seinasu løtuna. Tá tóktust vit aftur vera liðið, sum søkti sigurin meira, meðan HB stóð sera djúpt á vøllinum. Og ta einu ferðina var Teitur á leið hálvan annan sentimetur frá at geva okkum eina stóra gávu, tá hann fór skeivur av frísparksinnleggi frá Róaldi.

Ikki so heilt óvæntað endaði grannauppgerðin aftur hesa ferð við javnleiki, og tað mundi helst vera á eini leið. Liðini áttu fult og heilt hvør sín hálvleik, men hvørgin parturin megnaði í nóg stóran mun at gera sær dælt av leikligu yvirvágini.

 

HB-B36 2-2 (1-1)

0-1: Benjamin Heinesen, 33.

1-1: Johan Troest Davidsen, 44.

2-1: Sebastian Pingel, 49.

2-2: Patrik Johannesen, 79.

 

B36: Tórður Thomsen – Bjarni Petersen Andrias Eriksen, Odmar Færø, Gestur B. Dam – Eli F. Nielsen, Róaldur Jakobsen – Gilli Samuelsen (Magnus Jacobsen, 54.), Christian R. Mouritsen, Jógvan Andrias Skeel Nolsøe, 76.) – Patrik Johannesen

Gult kort: Andrias Eriksen, Róaldur Jakobsen, Patrik Johannesen, Benjamin Heinesen

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

  
  07 Vestur - B36

 24.09.17 - kl.

-----------------

1. deild menn

23.09.17 -  kl.17:00

 B36 - Víkingur

-----------------

1. deild kvinnur

24.09.17 - kl. 13:30

EBS/Skála - B36

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Tín meining

Hvør var dagsins maður, B36-Suðringar 3-0?
 

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan