Víkingar varpaðir heim
Hósdagur, 13. apríl 2017 21:41

Í løtum stóð nógv á. Men við einum stórum arbeiðsavriki, har spælið í løtum var heilt gott, eydnaðist okkum at toga okkum fram til hálvfinaluna í steypakappingini

 

Onkur helt fyri undan dagsins dysti, at meðalaldurin hjá okkum var nakað nógv lægri, enn hann var hjá Víkingi, sum hevur ein tann royndasta hópin í landinum. Rætt er eisini, at við spælarum sum Lukasz, Tórði og Høgna uttanfyri, og við Róa, Bjarna og Benjamin í teirra stað, vóru royndirnar á okkara liði nakað minni, enn tær vanliga eru.

Hetta tóktist tó ikki bila. Frá fyrsta bríksli løgdu vit eitt gott trýst á Víkingamálið, og møguleikarnir lótu heldur ikki bíða. Eina ferð stóð ein víkingur á málstrikuni, tá Eli drønstútaði, og løtu seinni hevði Philip góða skotroynd eftir gott samanspæl.

Og eftir tíggju minuttum brast fyri nev. Christian sendi horna úr høgru, og tá talan gjørdist um trunkaspæl, fekk Eli trýst bóltin seinasta pettið um strikuna.

Ein dreymabyrjan, men samstundis eisini byrjanin til eitt stórt trýst frá gestunum. Talan gjrødist um nógvar spentar støður, har kroppur og bein vórðu nýtt at blokera skotroyndum, og onkra ferð gjørdist spenningurin óneyðugur, tá Rói ikki fekk tamarhald á regnváta bóltinum.

Trýstið stóð við í einar 20 minuttir, men undan steðginum fótaðu vit okkum aftur, og vit komu eisini í nakrar líkinda støður, sum tó ikki gjørdust til meira enn næstan.

Eftir steðgin var væntandi, at Víkingarnir komu stormandi út. Men stormurin bleiv av ongum. Fyrst og fremst tí okkara menn fyri tað allar mesta megnaðu at spæla bóltin undan trýstinum, heldur enn støðugt at enda í nærdystum við sterku mótstøðumenninar. Sjálvandi var eisini neyðugt at nýta arbeiðshandskarnar. Á miðvøllinum fekk Eli fatur á mest sum øllum, og í miðverjuni vóru Odmar og Andrias sannir brandar, tá bóltar skuldu ruddast.

Tí gjørdist talan ongan tið um tað heilt stóra trýstið frá gestunum. Gaman í komu nakrir langir bóltar oman, og aftur argaði váti bólturin í einstøkum støðum, men talan varð tó bert um tí einu ferðina, har Rói veruliga mátti toyggja seg í hvørjari lykkju.

Málið varð hildið reint, og soleiðis fingu vit loksins ein sigur móti einum av FM- og steypabiðlunum. Tað var ein smeitur, at bæði Philip og Patrik noyddust hálvskaddir av vøllinum, men vónin er tó, at teir eru tøkir aftur mánadagin, tá HB stendur fyri framman. Hinvegin var gleðiligt at síggja bert 16 ára gamla Magnus Holm Jakobsen spæla við bæði ferð og umhugsni á miðvøllinum, tá hann loysti Philip av.

Her og nú kunnu vit í øllum førum gleðast um, at vit eru í hálvfinaluni, har talan undir øllum umstøðum verður um eitt ordans brak, nú tað er vist, at hini liðini eita HB, NSÍ og KÍ.

 

B36-Víkingur 1-0 (1-0)

1-0: Eli Falkvard Nielsen, 8.

Rói Hentze – Bjarni Petersen (Erlendur Magnussen, 86.), Andrias H. Eriksen, Odmar Færø, Gestur B. Dam – Eli F. Nielsen, Róaldur Jakobsen – Christian R. Mouritsen, Philip Lund (Magnus H. Jakobsen, 52.), Benjamin Heinesen – Patrik Johannesen (Jógvan Andrias Skeel Nolsøe, 77.)

Gult kort: Patrik Johannesen, Eli F. Nielsen, Gestur B. Dam

 

Myndasavn(Sosialurin/Álvur Haraldsen)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo-deildin

 

B36 - ÍF

Gundadalur 29.04.17 - kl. 15:00

-----------------

1. deild menn

í Gundadali 29.04.17 -  kl. 17:30

B36 - Víkingur

-----------------

1. deild kvinnur

03.05.17 - kl.

EBS/Skála - B36

 

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Hvør vinnur, B36-ÍF?
 

Leinkir

 

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan