Stórdystur skírisdag
Mikudagur, 12. apríl 2017 11:44

Skírisdag eiga vit aftur stóra uppgávu á heimavølli, tá føroyameistararnir úr Víkingi koma at vitja

 

Víkingur varð í fjør besta liðið í føroyskum fótbólti, og tað fingu teir gullkrónurnar fyri eftir seinasta leikdag.

Hinvegin eydnaðist tað ikki teimum ljósabláu at vinna steypakappingina, sum teir annars hava gjørt seg til serfrøðingar í seinnu árini.

Her hevur Víkingur meira enn nakar verið liðið, sum hevur sett dagsskránna, og síðani 2012 hava teir eisini verið partur av øllum finaludystunum í kappingini um Løgmanssteypið.

Tí er tað ikki hissini setningur, nú vit skulu royna at varpa teir út í fjórðingsfinaluni. Á vøllinum hava vit longu hitt Víking eina ferð í ár, og tá endaði tað við 1-1 javnleiki í Sarpugerði. Tá vístu vit í løtum væl og virðiliga, at vit eru førir fyri at bjóða meistarunum av, og á heimavølli hava vit vónandi tann stuðulin, sum kann geva tað lítla eyka pettið, sum broytir javnleik til sigur.

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Kappingin um Løgmanssteypið

 

HB - B36

Í Gundadali 25.05.17 - kl. 15:00

-----------------

1. deild menn

í Gundadali 27.05.17 -  kl.

B36 - Suðuroyarliðið

-----------------

1. deild kvinnur

Í Djúpumýru 25.05.17 -  kl.

KÍ - B36

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Tín meining

Hvør kemur víðari, HB-B36?
 

Leinkir

Intersport Summar Cup 2017

 

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan