Ósigraðir uttan sigur
Sunnudagur, 09. apríl 2017 09:52

Vit vístu framúr stríðsvilja, tá vit vendu 2-0 til javnleik. Men framvegis leingist okkum eftir fyrsta sigrinum

 

Eftir eina góðkenda byrjan, sum tó hevði kastað í minna lagi av stigum av sær, vildu vit hava ein sigur, tá vit triðja dystin upp í slag spældi móti heiðursmerkjavinnarum frá í fjør.

Um fótbóltur varð uppgjørdur í posession og vandastøðum, so er eingin ivi um, at vit høvdu vunnið ein tryggan sigur, men tað eydnaðist tó gestunum at sleppa avstað við einum stigi.

Og tað kundi eisini verið enn verri. Vit byrjaðu annars dystin væl, og vit skaptu eisini rættiliga skjótt góðar støður. Tíðliga í dystinum kendu vit okkum eisini væl og virðiliga snýttar fyri eitt brotsspark, tá Patrik varð skumpaður umkoll, tá hann royndi at stúta returbólt eftir hornasparksstøðu.

Aðrar støður vóru eisini, uttan at heilt opni møguleikin spurdist burturúr, men burtur úr mest sum ongum skoraði NSÍ brádliga. Ikki bara eina – men tvær ferðir.

Fyrru ferðina var uppspælið í høgru, og so kundi ein púra leysur Petur Knudsen hegnisliga flukta bóltin í netið.

Lítla løtu seinni var aftur galið. Eftir hornasparksstøðu varð bólturin aftur sendur innfyri, og so metti Eiler, at Gestur hevði togað mótstøðumann niður. Mótmælini hjálptu einki, og so kundi Klæmint A. Olsen seta bóltin í netið úr 11 metrum.

Uppskriftin hjá NSÍ var einføld. Teir vardu og teir kontraðu, og hetta tóktist rigga, men tað helt okkum ikki frá framvegis at søkja niðan á mótstøðuhálvuna.

Lønina fingu vit beint undan steðginum. Hesa ferð metti Eiler, at Odmar varð skumpaður í ryggin eftir langt innkast, og heldur hjálpti tað gestunum at mótmæla. Róaldur var tryggur úr 11 metrum, og so vóru fortreytirnar fyri einum spennandi seinna hálvleliki brádliga munandi betri.

Eftir steðgin løgdu vit væl fyri. Bólturin ferðaðist støðugt á NSÍ-hálvuni, men tað var í einum skjótum mótálopi, at vit komu upp á javnt. Eftir NSÍ-álop setti Rói skjótt ígongd. Christian fann Philip í høgru síðu, og tá hann legði innfyri, smekkaði Patrik til fyrstu ferð.

Sami Patrik kundi avgjørt dystin, tá hann brádliga stóð mest sum blankur eftir heldur ivasamt verjuspæl hjá NSÍ, men ólukkutíð kom Símun Rógvi væl út.

Í einar tíggju minuttir høvdu vit veruligt moment, men tað eydnaðist okkum ikki at avgera dystin. Runavíkingar hildu framvegis fast um sítt kontraspæl, men tað var sjáldan, at teir veruliga gjørdust vandamiklir. Tvær ferðir høvdu teir góðar frísparksstøður, sum Rói tók sær av, og tað hevði eisini verið óvanliga órættvíst, um teir fóru avstað við øllum.

Enn einaferð sótu vit eftir dystin við eini heldur blandaðari kenslu. Hóast nógv mannfall, so spældu okkara menn sera góðan fótbólt størsta partin av dystinum. Vit vístu eisini framúr moral, tá tað eydnaðist at venda hóttandi tapi til javnleik. Men tað eydnaðist heldur ikki hesa ferð at toga tey trý stigini heim.

 

B36-NSÍ 2-2 (1-2)

0-1: Petur Knudsen, 31.

0-2: Klæmint A. Olsen (br.), 35.

1-2: Róaldur Jakobsen (br.), 44.

2-2: Patrik Johannesen, 61.

 

B36: Rói Mørk Hentze – Høgni Eysturoy, Andrias Eriksen, Odmar Færø, Gestur B. Dam (Gilli Samuelsen, 78.) – Eli F. Nielsen, Róaldur Jakobsen – Christian R. Mouritsen, Philip Lund, Benjamin Heinesen – Patrik Johannesen (Jógvan Andrias Skeel Nolsøe, 83.)

Gult kort: Odmar Færø, Andrias Eriksen

 

Myndasavn(Sosialurin/Álvur Haraldsen)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo-deildin

 

B36 - ÍF

Gundadalur 29.04.17 - kl. 15:00

-----------------

1. deild menn

í Gundadali 29.04.17 -  kl. 17:30

B36 - Víkingur

-----------------

1. deild kvinnur

03.05.17 - kl.

EBS/Skála - B36

 

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Hvør vinnur, B36-ÍF?
 

Leinkir

 

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan