Job done
Leygardagur, 01. apríl 2017 21:17

Eina løtu hildu gestirnir nullið, men tað var bara ein spurningur um tíð. Og longu undan steðginum høvdu vit tryggjað okkum neyðuga munin

 

Undan dagsins dysti vistu vit, at vit vóru risa-favorittar, men júst tann leikluturin er ofta vandamikil.

Frá byrjan vóru tað eisini vit, sum vóru nógv mest á bóltinum. Tað sást á øllum brøgdum, at endamálið hjá gestunum fyrst og fremst var at avmarka tapið, men tað gekk tó rúm løta, áðrenn vit fingu hol á.

Møguleikarnir vóru har, men støðugt vórðu teir misnýttir, men eftir at Róaldur setti hol á, var eingin ivi. Seinasta korterið undan steðginum punkteraðu vit væl og virðiliga spenningin, og tá avtornaði høvdu vit tryggjað okkum eitt tennis-egg.

Tað kundi eisini væl verið til munandi meira, men eftir steðgin var intensiteturin á leið nullpunktinum.

Nakrar ferðir raktu vit stólpan, og fleiri ferðir hevði málverjin hjá gestunum góðar bjargingar, men alt í alt var úrslitið á leið har, sum tað skuldi verða.

Týdningarmest var, at vit uttan stórvegis hóvasták komu víðari. At Patrik gjørdi hat-trick, og eingi gul kort vóru at síggja okkaru megin dómaraseðilin gjørdi ikki støðuna verri, og so verður spennandi at síggja, hvør kemur í okkara pott, tá lutur skal kastast um fjórðingsfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið.

 

B36-B71 6-0 (5-0)

1-0: Róaldur Jakobsen, 27.

2-0: Patrik Johannesen, 29.

3-0: Róaldur Jakobsen, 32.

4-0: Patrik Johannesen, 39.

5-0: Philip Lund (br.), 42.

6-0: Patrik Johannesen, 78.

 

B36: Rói Mørk Hentze – Erlendur Magnussen, Bjarni Petersen, Odmar Færø, Benjamin Heinesen (Gilli Samuelsen, 46.) – Gestur Dam, Róaldur Jakobsen (Magnus Jacobsen, 57.) – Philip Lund (Eli F. Nielsen, 69.), Lukasz Cieslewicz, Hannes Agnarsson – Patrik Johannesen

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

      

Víkingur - B36

í Sarpugerði, 20.08.17 - kl. 15:00

-----------------

1. deild menn

19.08.17 -  kl. 15:00

 Suðuroyingar - B36

-----------------

1. deild kvinnur

20.08.17 - kl. 12:15

B36 - HB

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Tín meining

Hvør vinnur, Víkingur-B36?
 

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan