Ein hálvleikur var ov lítið
Sunnudagur, 19. marts 2017 20:09

alt

Tá vit valdu at taka dystin upp móti kropsliga sterku klaksvíkingunum, vóru vit nógv betra liðið. Tað eydnaðist at javna, men sigursmálið fingu vit ikki

 

Talan gjørdist aftur um javnleik, tá vit í dag spældu móti KÍ í næsta umfarinum av Effo-deildini.

Veðurlíkindini vóru ikki av teimum allarbestu. Ikki meira enn ilt, kortini, men tað tóktist, sum hevði lotið hug at darva spælinum meira, enn gott var.

Fyrsta lítla korterið ella so høvdu vit tamarhald á tí mesta, sum gekk fyri seg á vøllinum. Klaksvíkingar høvdu eina ætlan, har teir ógvuliga kontant royndu at steðga okkara spæli, men tað eydnaðist fyri tað nógva at spæla undan trýstinum hesa løtuna.

Ta einu ferðina kom Christian eisini til góða skotroynd, og nakað seinni endaði gott uppspæl í vinstru við, at Patrik sendi bóltin beint framvið, tá hann sparkaði aftur um seg.

Eftir eitt korter ella so broytti dysturin fullkomuliga skap. Klaksvíkingar fingu nú betri rúm fyri sínum spæli, har langir bóltar vórðu sendir móti okkara monnum, og har gestirnir støðugt fangaðu næsta bóltin. Kanska skapti tað eisini eitt sindur av órógv, at Tórður mátti av vøllinum, tá hann kendi seg alt annað enn væl, men í bara 17-ára gamla Róa Mørk Hentze høvdu vit ein avloysara, sum als ikki smæddist burtur.

Seinasta hálva tíman ella so gjørdist talan tí um veruligt trýst móti okkara máli. Stóru møguleikarnir komu ikki, men tað var støðugt vandamikið. Ikki minst tí okkara menn hesa løtuna als ikki megnaðu at spæla seg burtur úr trýstinum. Eina ferð mundi Patrik tó runnið seg leysan, men KÍ-málverjin kláraði akkurát at tackla, tá langur bóltur varð sendur inn um KÍ-verjuna.

Tað ráddi einamest um at ríða stormin av sær, men tveir minuttir undan steðginum gekk galið. Semir fangaði leysan bólt nakað væl uttan fyri brotsteigarmarkið, og hann rakti kúluna so klokkureint, at skotið endaði dygst úti í síðunetinum.

Niðurstøðan í steðginum var púrasta víst, at vit kundu ikki bakka undan aggressiva trýstinum frá mótstøðuni. Ivaleyst tosaði Jákup við stórum bókstavum í steðginum, og liðið var eisini sum hamskift, tá seinna umfarið varð blást ígongd.

Nú vóru tað okkara menn, sum trýstu. Vit tordu at spæla, og varð neyðugt at brúka vøddarnar, varð hetta eisini gjørt.

Úrslitið kom alt fyri eitt. Bólturin ferðaðist mest sum einvíst á KÍ-hálvuni, har tað breyt í bæði borð hjá illa sperdu mótstøðumonnunum.

Eina ferð var Jonas um reppið at gera sjálvmál, tá hann stútaði á stólpan, men lítla løtu seinni kom gylti møguleikin. Í luftdysti við Odmar nýtti klaksvíkingur armin, og so var Róaldur ískaldur úr 11 metrum. Nakað seinni sendi Philip beint framvið opnum máli, eftir at KÍ-málverjin og framúr arbeiðssami Benjamin Heinesen rendu saman í dysti um bóltin, og yvirhøvur var talan um sera spentar støður í KÍ-brotsteiginum.

Tað eydnaðist tó ikki at finna forloysandi málið, sum kundi geva okkum sigurin. Trýstið linkaði kanska nakað, tá klaksvíkingarnir støðugt royndi at skapa sær steðgir í spælinum, men skuldi ein vinnari finnast seinasta korterið, so høvdu vit hetta uppiborið.

Vit kunnu sjálvandi iðra okkum um, at tað ikki eydnaðist at avgera, tá vit høvdu møguleikan. Men samanlagt mundi úrslitið tó vera á góðari leið. Liðini átti at kalla hvør sín hálvleik, har trýstið á mótstøðumálið í løtum var øgiligt, og tað fingu partarnir altso eitt mál í part afturfyri.

 

B36-KÍ 1-1 (0-1)

0-1: Semir Hadzibulic, 44.

1-1: Róaldur Jakobsen (br.), 68.

B36: Tórður Thomsen (Rói Mørk Hentze, 14.) – Høgni Eysturoy, Andrias Eriksen, Odmar Færø, Benjamin Heinesen – Eli F. Nielsen, Róaldur Jakobsen – Christian R. Mouritsen (Jógvan A. Skeel Nolsøe, 89.), Lukasz Cieslewicz, Philip Lund – Patrik Johannesen (Hannes Agnarsson, 64.)

Gult kort: Róaldur Jakobsen

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo-deildin

 

B36 - ÍF

Gundadalur 29.04.17 - kl. 15:00

-----------------

1. deild menn

í Gundadali 29.04.17 -  kl. 17:30

B36 - Víkingur

-----------------

1. deild kvinnur

03.05.17 - kl.

EBS/Skála - B36

 

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Hvør vinnur, B36-ÍF?
 

Leinkir

 

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan