Góðkent í Gøtu
Sunnudagur, 12. marts 2017 19:20

Vit høvdu leiðsluna, og vit høvdu eisini møguleikar at økja um hana. Vit máttu tó taka til takkar við janvleiki, og tað var nú heldur ikki heilt av leið í truplu landskappingarbyrjanini

 

Uppgávan kundi ikki verða størri enn tað sama, tá vit í dag settu sjøtul á nýggju kappingarárið.

Á útivølli móti meistarunum vistu vit fullvæl, at uppgávan var trupul, men í longum løtum vístu vit, at hon avgjørt kundi loysast

Serliga var tað undan steðginum, at vit sýndu neyðuga dirvi og viljan at stýra dystinum. Kalda og váta lotið var eitt sindur undan hjá okkum, og hetta hjálpti kanska eitt sindur við at varðveita spælið á Víkingahálvuni.

Góðir tendensir vóru tíðliga at síggja, og vit skuldu ikki bíða longur enn lítið korter, áðrenn fyrsta málið varð veruleiki. Róaldur, Christian og Philip spældu væl saman í høgru, og tá Høgni ikki fekk heilt tamarhald á bóltinum, støkk leðurkúlan ístaðin til púra blankan Lukasz, sum gjørdi skjótt av.

So stóð 1-0 til okkum, og tað, sum eftir var av fyrra hálvleiki, stóðu vit fyri undirhaldinum. Møguleikar spurdust eisini burturúr, men eina ferð fekk Víkingaspælara rudda innlegg burtur á málstrikuni, og eina aðru ferð vóru gaggurnar hjá Patrick eina stødd ov lítlar, so hann akkurát ikki fekk sparka ein bólt frá Philip í meskarnar.

Sum heild tóktust vit hava gott tamarhald á meistarunum. Á miðvøllinum var Eli aftur í vælkenda skrellimans-leiklutinum, og ikki so sjáldan fór hann sigrandi úr nærdystum. Róaldur og Lukasz bundu spælið væl saman, og meðan Odmar og Andrias høvdu skil á miðverjuni, komu bæði Høgni og Gestur væl upp at stuðla kantunum, har Christian og Philip báðir vóru eyðsýndir.

Eftir steðgin løgdu vertirnir fyri sum eitt óløgi. Vandastøður komu eisini alt fyri eitt, og eina løtu høvdu vit sera ilt við at koma úr trýstinum. Tað eydnaðist tó spakuliga at hótta mótstøðuna nakað, tá einir 10 minuttir vóru farnir, og so líðandi tóktust vit aftur fáa tamarhald á dystinum. Eisini hóast talan støðugt var um intensar nærdystir, har lokabrøgdini ikki altíð vóru eins rein.

Tí var tað eisini rættiliga irriterandi, tá Víkingur brádliga slapp at javna. Heldur óneyðugt varð fríspark gjørt skamt uttan fyri brotsteigarhornið, og hetta sendi Sølvi Vatnhamar sera neyvt í pannuna á Gunnari Vatnhamar, sum úr stuttari fjarstøðu stútaði í netið.

Og so var tað nær við, at vertirnir fóru við øllum. Málið gav teimum eitt eyka lyft, og seinastu løtuna var trýstið móti okkum hampuliga stórt. Tvær ferðir kom Hanus Jacobsen í heilt vandamikla støðu, men fyrru ferðina gleið hann, og seinnu ferðina eydnaðist akkurát Tórði at verða tann fyrri á bóltinum.

Hugt eftir møguleikum og vandastøðum, so var javnleikurin kanska ikki av eini leið, og vildi illa til, stóðu vit við ongum. Tað skerst tó ikki burtur, at meðan vit høvdu leiðsluna og momentið í dystinum, høvdu vit møguleikarnar at avgera tað heila, og tað skulu vit helst gera betur næstuferð.

Undan dystinum er tó eingin ivi um, at vit fegin seldu dysitn fyri ein javnleik. Tað kann í seinasta enda væl vísa seg sum eitt vunnið stig, tí neyvan verða tað tey heilt nógvu liðini, sum taka nakað við sær úr Sarpugerði.

 

Víkingur-B36 1-1 (0-1)

0-1: Lukasz Cieslewicz, 14.

1-1: Gunnar Vatnhamar, 73.

 

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Andrias Eriksen, Odmar Færø, Gestur B. Dam (Benjamin Heinesen, 76.) – Eli F. Nielsen, Róaldur Jakobsen – Chrisian R. Mouritsen, Lukasz Cieslewicz, Philip Lund – Patrik Johannesen (Jógvan A. Skeel Nolsøe, 85.)

Gult kort: Lukasz Cieslewicz, Andrias Eriksen, Eli F. Nielsen

 

Myndasavn(Sigmar Mørkøre/Sosialurin)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan