Seinasti brikkurin komin
Leygardagur, 16. januar 2016 18:07

alt

B36 hevur í dag skrivað undir sáttmála við 22 ára gamla Sebastian Pingel

 

Pingel er áleypari, sum seinastu tíðina hevur spælt við Odder í triðjubestu donsku deildini.

Fyrr í vetur vandi hann saman við Effo-hópinum hjá okkum, og báðir partar vóru somikið væl nøgdir, at sáttmálasamráðingar gjørdust aktuellar. Samráðingar, sum nú eru komnar á mál, og tað merkir, at vit hava styrkt álopspartin við Sebastian Pingel.

- Ein tann fremsta orsøkin til, at eg havi valt B36, er, at eg alt fyri eitt kendi meg sera væl í felagnum. Hóast eg bara var nakrar dagar í vetur, so upplivdi eg eitt sera gott samanhald í hópinum og millum venjarar og spælarar.

- Eisini hevur B36 eitt lið, sum spælir góðan fótbólt, har bólturin fyri tað nógva er á jørðini, og har menn eru fúsis at renna fyri hvørjum øðrum, og tað dámar væl, sigur Pingel.

Sebastian Pingel verður lýstur sum ein offensivur spælari, sum er væl fyri tekniskt, men sum als ikki er bangin fyri at arbeiða hart á vøllinum. Og hóast hann ikki er tann hægsti á vøllinum, so vinnur hann nógvar luftbóltar, tá hetta er neyðugt.

Effo-hópurin fer um mánaðarskifti á venjingarlegu. Sebastian Pingel verður við á venjingarleguni, og hann verður við í flogfarinum, tá kósin aftur verður sett móti Føroyum fyrst í februar mánaði.

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn

Klaksvík

??

  -----------------

1. deild menn

Gundadalur

B36 - B68

??

  -----------------

U21

  -----------------

Betri deildin kvinnur

 

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan