Nýggjur áleypari
Mánadagur, 28. september 2015 20:14

Jógvan Andrias Skeel Nolsøe skal dystast um plássið sum frontmaður á liðnum hjá okkum í 2016

 

Nevndin í B36 arbeiðir í fullari ferð við at tryggja spælarahópin til komandi kappingarár.

 

Nakað av tilgongd verðu talan eisini um, og nú er greitt, at Jógvan Andrias Skeel Nolsøe verður við í kappingini um álopsplássini.

 

Jógvan Andrias hevur fyri tað nógva spælt í HB, men tey bæði seinnu árini hevur nú 23 ára gamli álopsspælarin spælt við AB. Samanlagt hevur hann spælt 92 dystir við bestu liðunum hjá HB og AB, og hevur hann skotið 14 mál í hesum dystum.

 

Jógvan Andrias er væl fyri kropsliga og tekniskt, og vit síggja við spenningi fram ímóti, hvussu hann fer at fella inn í framrættaða spælið hjá okkara monnum.

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn

Klaksvík

??

  -----------------

1. deild menn

Gundadalur

B36 - B68

??

  -----------------

U21

  -----------------

Betri deildin kvinnur

 

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan