Tórður heldur ikki fram
Hósdagur, 17. september 2015 10:04

Tað hevur ikki eydnast okkum at leingja sáttmálan við Tórð Thomsen, sum fer at royna seg aðrastaðni

 

Seinastu tíðina hevur verið gitt nógv um, hvar Tórður Thomsen spælir komandi ár. Í gjár bóru onkrir miðlar tíðindi um, at B36 saman við NSÍ og kappast um undirskriftina hjá málverjanum, men í B36 kenna vit einki til hesa søguna.

 

Tórður hevur verið fyrsta val millum stólparnar hjá B36 síðani 2013, og vit høvdu fegin vilja longt sáttmálan við hann, eins og vit hava gjørt við flestu aðrar spælarar í Effo-hópinum.

 

Vit vilja tó sláa fast, at hetta verður ikki gjørt fyri ein og hvønn prís. Vit hava roynt at funnið eina semju við Tórð um nýggjan sáttmála, men hetta hevur ikki eydnast.

 

Hinvegin hevur tað eydnast at leingja sáttmálan við Trygva Askham, sum fyri tað nógva hevur verið eykamálverji hjá okkum seinnu árini. Vit hava fult álit á, at Trygvi er førur fyri at taka við eftir Tórði, og eisini hava vit ungar og evnaríkar málverjar á veg til vaksnu deildirnar. Soleiðis bera vit ongan ótta fyri, at vit ikki eru fult so væl fyri á málmansplássinum komandi kappingarár.

 

Takk fyri trý framúr ár, Tórður, og framhaldandi góða eydnu

 

Komandi dystir

Komandi dystir

-----------------

Betrideildin, menn

 12. umfar - Tórsvøllur

Sunnudagin 12. juli - kl. 15:00

  -----------------

1. deild menn

Leygardagin 11. juni - kl. 14:00

B68 - B36

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Sunnudagin 12. juli - kl. 12:30

KÍ - B36

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Hvør var dagsins maður, B36-KÍ 6-2?
 

Leinkir

 

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan