Verjan er besta álopið
Hósdagur, 27. august 2015 21:27

Loksins eydnaðist mótstøðuliðnum at skora móti okkum. Men bæði Andrias og Høgni eisini dugdu at søkja mótstøðumálið, var skaðin rættiliga avmarkaður

 

Grannauppgerðin móti HB í kvøld gjørdist akkurát so intens og spennandi, sum roknast kundi við.

HB var liðið, sum á pappírinum átti heimavøll, men tað var eingin ivi um, hvør parturin fekk størri stuðul frá áskoðarafjøldini. Longu undan dystarbyrjan var B36-húsið á tremur, og hvítu herrópini geltu oman yvir okkara menn, tá fyrsta bríkslið ljóðaði.

Tað var eisini hampuliga skjótt at síggja, hvat av liðunum hevði størri sjálvsálitið á vøllinum. Ikki tí – HB hótti okkara mál við einstøkum skotroyndum, áðrenn vit veruliga fingu gongd, men í samanspælinum vóru vit bæði skjótari og neyvari enn mótstøðan, og tað gingu ikki nógvir minuttir, áðrenn flestu av okkara viðhaldsfólkum høvdu eina góða kenslu í búkinum.

Og hon gjørdist heilt góð, tá einir 11 minuttir ella so vóru spældir. Vit høvdu í eina løtu otað okkum longur og longur niðan móti HB-brotsteiginum, og tá Andrias ta einu ferðina leitaði sær fram at skapa yvirtal, bragdaði. Í fullari ferð fekk hann ein stikning inn um Santos, og hóast vinkulin kundi verið betri, so ivaðist hann ikki men langaði bóltin upp í nettakið.

Málið var ikki annað enn uppiborið, og stóran part av hálvleikinum sótu vit á tí allarmesta. Grannarnir megnaðu kortini at hótta, tá teir sendu langt og høgt inn í brotsteigin, har tað serliga var Poul Ingason, sum tók dystin upp móti okkara verjuspælarum. Ta einu ferðina var eisini heilt nær við, hóast Tórður uttan iva heldur fast um, at hann fylgdi bóltinum allan vegin á stólpan, og eina aðru ferðina fór frísparksroynd frá Adrian Justinussen snipst framvið málinum.

Men restina áttu vit, og beint undan steðginum eydnaðist eisini at økja. Helst helt samlaða HB-verjan, at hálvleikurin var runnin, tá hornaspark varð stútað útfrá. Í øllum førum legði eingin í at fara út eftir Hans Paula, sum bæði fekk loyvi at temja og draga, áðrenn hann sendi eitt hart innlegg beint inn undir málið, har Høgni var fyrstur á og stýrdi leðurkúluni í kassan.

 

Sálarliga hevði tað uttan iva týdning við hesum málinum, men eftir steðgin var ikki altíð, at hetta vísti seg aftur í eini serliga stórari yvirvág.

Okkara megin vóru vit tó á einum máli um, at tað var greitt brotsspark, tá beinini vórðu sópað undan Lukasz, men Petur Reinert lat ikki við seg koma. Ístaðin fekk HB minkað um munin, tá bólturin eftir einar tveir loftdystir datt fyri føturnar á Rógva Holm, og so gjørdist tað heila aftur alt ov spennandi.

Spælið hjá okkum koyrdi ikki upp á tað besta, og menn høvdu hug at detta ov langt aftur a vøllin í royndini at verja leiðsluna. Men tá poleraða spælið ikki rakk longur, fóru menn í arbeiðshandskarnar, og í so máta var tað ein sonn fragd at síggja, hvussu stórur vilji varð lagdur í avrikið. Spælararnir góvu seg fult út í hvørjum tí einasta nærdysti, og kiksaði tan fyrsti, so stóð tann næsti til reiðar at bakka upp. Talan gjørdist í veruleikanum bert um ta einu heilt vandamiklu støðuna, men tíbetur slapp Tórður væl frá einum minni skógtúri.

Harða arbeiðið kostaði okkurt gult kort til okkara, sum ikki fingu loyvi at tosa eins væl og leingi við dómaran, sum onkur av mótstøðumonnunum slapp. Fokus varð tó hildið allan dystin, og móti dystarenda bæði kundu og skuldu vit dripið spenningin. Men fyrru ferðina kiksaði Benjamin temjingina, tá verjuspælari var farin heilt skeivur av bóltinum, og seinnu ferðina bjargaði verjuspælari á málstrikuni, tá sami Benjamin annars hevði alt málið at skjóta í.

Tá seinsta bríkslið ljóðaði, gjørdi hetta tó einki. Skulu vit tosa um havnarmeistaraheitið, so er hetta í hús við samanlagt 7-1 í stigum. Týdningarmest av øllum, so styrkti sigurin okkara støðu í oddinum enn meira. Sjálvandi er arbeiðið ikki liðugt enn, men tað byrjar spakuliga at síggja heilt gott út.

 

HB-B36 1-2 (0-2)

0-1: Andrias H. Eriksen, 10.

0-2: Høgni Eysturoy, 45.

1-2: Rógvi S. Holm, 62.

 

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Andrias H. Eriksen, Odmar Færø, Jónas Tór Næs – Eli F. Nielsen, Alex Mellemgaard (Árni G. Nielsen, 67.), Lukasz Cieslewicz – Hanus Thorleifsson, Jákup á Borg (Gestur B. Dam, 46.), Hans Pauli Samuelsen (Benjamin Heinesen, 83.)

Gult kort: Jákup á Borg, Alex Mellemgaard

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn

Klaksvík

??

  -----------------

1. deild menn

Gundadalur

B36 - B68

??

  -----------------

U21

  -----------------

Betri deildin kvinnur

 

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan