Danskur styrkur til álopið
Hósdagur, 16. Juli 2015 21:05

alt

B36 hevur í kvøld skrivað sáttmála við danska Philip Lund

 

B36 hevur í summar leitað eftir styrki til álopspartin á liðnum. Hóast vit heilt avgjørt liggja har, sum vit helst vilja vera, so hevur tað ikki riggað heilt so væl sum ætlað við fremsta plássinum á liðnum, og beint fyri evstamark av flytingarvindeyganum eydnaðist at gera sáttmála við danska Philip Lund.

 

Philip er 25 ára gamal. Er sera væl fyri tekniskt, og hann kann røkja flestu framrættaðu plássini á vøllinum. Hann hevur fingið sína fótbóltsuppaling í Vejle, men seinastu tvey árini hevur hann roynt seg í MLS-kappingini í USA. Ein skaði gjørdi tó, at hann noyddist at gevast við tí ævintýrinum, men nú er hann komin fyri seg, og vónandi fer hann at geva okkum fleiri góð dømir um frálíku fótbóltsevni síni.

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn

Klaksvík

??

  -----------------

1. deild menn

Gundadalur

B36 - B68

??

  -----------------

U21

  -----------------

Betri deildin kvinnur

 

Gjald limagjaldið 2020 her !

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp árskort 2020 her :

 

Keyp B36 bókina her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan