B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

  

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Meinhard er nýggi maðurin
Hósdagur, 06. Juli 2017 17:01

Effo-bólkurin hevur borið skjótt at, nú tað gjørdist greitt, at Philip Lund noyddist at geva skarvin yvir. Undan dystinum í kvøld varð Meinhard Egilsson Olsen avdúkaður sum nýggjur spælari hjá okkum

 

Meinhard, sum er 20 ára gamal, hevur øll ungdómsárini verið roknaður sum ein sera spennandi og evnaríkur spælari. Blaðungur vann hann sær pláss í hópinum hjá NSÍ, og hann var ikki meira enn fyltur 18, tá hann fór til Danmarkar, har hann seinastu tvey árini hevur spælt við Vendsyssel.

- Har vóru nógvar broytingar í felagnum, og eg var so ein av fleiri spælarum, sum ikki fekk nýggjan sáttmála, tá kappingarárið endaði, sigur Meinhard.

- Tað var áhugi frá fleiri feløgum, men eg vildi sum so ikki forhasta meg í nøkrum. Nú kom so hesin møguleikin við B36, og samanlagt haldi eg hetta vera tað, sum hóskar best til mín, og tí havi eg valt at taka av, sigur nýggi spælarin.

- Eg havi havt nøkur góð prát við Jákup á Borg, har hann hevur greitt frá ætlanunum hjá sær og felagnum. Eisini veit eg, at B36 er eitt felag, sum í fleiri ár hevur spælt góðan fótbólt, og har eru eisini nakrir fantastiskir áskoðarar, sum eg gleði meg at spæla fyri. Teir spælarar, sum longu eru í felagnum, tykjast eisini hóska væl til mín, so alt í alt gleði eg meg til at spæla við felagnum, sigur Meinhard.

Meinhard kann røkja flestu framrættaðu plássini á vøllinum. Áðrenn hann fór til Danmarkar, hevði hann longu spælt 45 dystir fyri besta mansliðið hjá NSÍ. Í vár var hann 10 ferðir við millum teir fyrstu 11 hjá Vendsyssel, og eisini hevur hann umboðað føroysku U-landsliðini øll ungdómsárini.

 
 

Komandi dystir

Komandi dystir

UEFA Europa League

Podgorica

 
    hósdagin 19. juli kl.

  -----------------

2. deild menn

 B36 - AB - leygard. 18.08 kl.

  -----------------

U21 dreingir, steypakapping

B36 - HB - mánad 13.08 kl.

-----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - KÍ - leygard. 19.08 kl.

 

Støðan í Betri-deildini

Gjald limagjaldið 2018 her !

Tín meining

Hvør var dagsins maður St Josephs-B36?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Intersport Summar Cup 2018

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan