B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

                          

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

Philip gevst
Mikudagur, 05. Juli 2017 14:59

Skaðarnir hava verið nógvir og títtir. Hóast bæði vit og Philip høvdu ætlanir um meira, so hava áhaldandi skaðarnir fingið Philip Lund at gevast í B36

 

 

Hóast skaðar eisini argaðu í 2015, so vísti Philip Lund seg sum ein av avgerandi brikkunum, tá FM-heitið varð fingið í hús í metgóðari tíð hetta árið.

Tí vóru vónirnar eisini stórar, tá tað í ár eydnaðist at knýta Philip afturat hópinum hjá okkum.

Tá hann hevur verið tøkur, hevur Philip eisini víst fótbóltsspæl á sera høgum støði, og vit kunnu bara ímynda okkum, hvussu tað hevði verið, um hann hevði fleiri minuttir á vøllinum fyri okkum.

Men skaðarnir hava aftur argað, og tað í ólukkumát. Talan hevur støðugt verið um ymiskar skaðar, og tá tann seinasti higartil rakti Philip í dystinum við Margáir, hevði fryntligi danin fingið nokk.

- Hetta er ikki haldbært í longdini, og tað er djúpt frustrerandi hjá mær, at eg havi spælt somikið lítið. Eg eri komin til B36 fyri at spæla fótbólt, og tá nyttar tað einki, at eg siti uttanfyri við skaða størsta partin av tíðini. Nú merkti skaðin eisini, at eg ikki fekk spælt europiskan fótbólt, ið annars var ein uppliving, sum eg gleddi meg sera nógv til.

- Sjálvur eri eg komin til ta niðurstøðu, at tað tænir øllum pørtum best, um samstarvið steðgar nú, og leiðslan í felagnum hevur gingið mær á møti í hesum, sigur Philip Lund.

Í B36 harmast vit eisini um støðuna.

- Eingin ivi er um fótbóltsevnini hjá Philip, og tá hann hevur verið tøkur, hevur hann verið sera eyðsýndur á vøllinum. Hetta er tí ein harmilig støða fyri bæði spælaran og okkum, men samstundis er hetta kanska tað, sum tænir pørtunum best, sigur Rúni H. Olsen, formaður í B36.

 

Ársveitslan 2017

Ársveitslan hjá B36 verður

28 oktober 2017

Keyp atgongumerki til ársveitsluna her :

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

   
  Skála - B36

 01.10.17 - kl. 15:00

-----------------

1. deild menn

30.09.17 -  kl.

 HB - B36

-----------------

1. deild kvinnur

27.09.17 - kl.

KÍ - B36

Støðan í Effo-deildini

Tín meining

Hvør var dagsins maður, 07 Vestur-B36 4-3?
 

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan