B36-liðini

Stuðlar

Høvuðsstuðul hjá B36


Stuðlar hjá B36

 
  

 

 

                          

 

     

             



Designed by:
SiteGround web hosting Joomla Templates

2. lið heldur stílin PDF Útskriva E-mail
Fríggjadagur, 10. september 2010 11:43

Leygardagin vann næstbesta mansliðið sín fimta sigur á rað eftir summarfrítíðina. KÍ stóð fyri skotum, og teir blivu sendir heim við einum 4-1 tapi.

Tað leikti javnt á at byrja við, men tá gott tjúgu minuttir vóru farnir, skoraði Rúnar í Lon við eini perlu av einum skoti. Hann fekk ein leysan bólt nakað væl uttanfyri brotsteigin, og hann fluktaði bóltin hegnisliga í kassan.

Ein minutt fyri steðgin fekk B36 fríspark í vinstra borði, sum Rúnar legði innfyri, og við aftur stong stóð Fróði Clementsen púra leysur og setti innaru síðu á bóltin til 2-0. Fróði fekk ein snudd at byrja við og bleiv tí fluttur niðan í álopið, har hann eisini gjørdi tað gott.

B36 byrjaði annan hálvleik sum eitt óløgi, og eftir eini tjúgu minuttir bragdaði. Stefan fór framvið einum verjuleikara og spældi Boga leysan í vinstra borði. Bogi legði innfyri til Fróða, sum við einum flúgvandi skallara skoraði til 3-0.

Tá eitt korter restaði fekk Stefan brotsspark, sum Hjalgrím varð settur at skjóta. Hann sendi bóltin mitt í málið til 4-0, og so var allur ivi beindur til viks. Fimm minuttir fyri leiklok skoraði Allan Joensen til 4-1 við einum vøkrum langskoti. Hetta er tað fyrsta málið, sum er komið ígjøgnum hjá okkara monnum eftir summarsteðgin.

Nú eru bert tveir dystir eftir at leika, og útgangspunktið er, at vit skulu vinna báðar fyri at hava nakran møguleika fyri uppflyting. Harumframt skal FC Hoyvík taka stig frá 07 Vestur leygardagin.

Annars hava okkara menn verið suverenir eftir summarsteðgin og hava vunnið allar dystirnar higartil. Spurningurin er bert, um tað er nóg mikið til uppflyting.

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo-deildin

 

B36 - ÍF

Gundadalur 29.04.17 - kl. 15:00

-----------------

1. deild menn

í Gundadali 29.04.17 -  kl. 17:30

B36 - Víkingur

-----------------

1. deild kvinnur

03.05.17 - kl.

EBS/Skála - B36

 

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Hvør vinnur, B36-ÍF?
 

Leinkir

 

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan